T˙ ert her: FALDARIN
FHS STOR

Faldarin 2016 miðnám
Innskriving á miðnám og yrkisnám
Faldarin 2016 hægri útbúgvingar
Innskriving á hægri útbúgvingar
 
Hjartaliga vælkomin á Glasir, Marknagil

Á Glasir, Marknagil arbeiða vit nógv við virkis- og samfelagsbúskaparligum fakøkjum. Vit samskipa hesi við fremmandamál og almennandi og skapandi lærugreinum eisini.

Vit leggja dent á at vísa, hvussu læring og bóklig vitan kann brúkast í veruliga lívinum.

Vit bjóða tær dygga fakligheit og aktualitet í øllum lærugreinum.

Dagliga samfelagskjakið  eyðkennir gerandisdag og læring á Glasi. Vit fáa ofta vitjan av fyrilesarum frá vinnulívi, fyritøkum, íverksetarum og øðrum spennandi fólkum.

Vit brúka KT í frálæruni og bjóða eina KT-leið á Búskaparbreytini. Vit arbeiða eisini nógv við altjóðagerð – bæði í málsligum lærugreinum og í búskaparligum og samfelagsligum lærugreinum. Vit bjóða  eina búskaparleið og eina innovatiónsleið.

Vit vitja stovnar og virkir. Skipa fyri námsferðum, setursskúlum og evnisdøgum – og ikki at gloyma leggja vit dent á tvørfakligt samstarv.

Vit leggja dent á, at okkara næmingar trívast, mennast og hava tað stuttligt.

Tað er umráðandi fyri okkum,  at títt prógv gevur atgongd til víðari lesnað, til lærupláss og at tú fært førleikar at stovna títt egna virki.

Les meira um útbúgvingarnar sum studentur á Búskaparbreytini, um FHS útbúgvingina og um Hægri Handilsprógv her á heimasíðuni.

Eisini ber til at venda sær til skúlan at fáa meiri kunning.

Hjartaliga vælkomin á Glasir, Marknagil

Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri


 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb