FHS STOR

Um útbúgvingina
Lærugreinir og bygnaður
Undirvísing
Førleikar
Próvtøkur
Upptøka
Hvat vænta vit av tær
Útbúgvinarstuðul
Framhaldandi lestur  
Tilfar  
Vilt tú vita meir  
Tilmelding
Marknaðarførslubúskapur

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá ið tú fert at velja útbúgvingarleið eru nógv val. Ein leið er tann yrkisakademiska.

Tær yrkisakademisku útbúgvingarnar geva tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis bæði í almennu  og privatu vinnuni. Vit taka støði í ítøkiligum dømum og “casum” úr fyritøkum og feløgum.

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap. Tað munnu vera fáar fyritøkur, sum ikki hava brúk fyri júst tí.

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.

Tað tekur tvey ár at lesa marknaðarførslubúskap. Eftir lokið prógv ber til at fara víðari til professiónsbachelor. Tað eru fleiri akademi í Danmark, har tað ber til at lesa professiónsbachelor, sum er normerað til hálvtannað ár.

Vit leggja somuleiðis dent á at samstarva við Fróðskaparsetrið um avriksflutning / meritt millum marknaðarførslubúskap og ta búskaparútbúgving, sum farið verður undir á Setrinum í næstum. 

Møguleikarnir eru nógvir
Hevur tú til dømis lisið marknaðarførslubúskap, so ber til at halda fram við “Altjóða handli og marknaðarførslu”, “Sportsmanagement”, “Innovatión og entreprenørskap” ella “Altjóða tænasta/international hospitality management” á akademinum  CPH Business í Keypmannahavn, sum er lærustovnurin, sum Føroya Handilsskúli samstarvar við um marknaðarførslubúskap.

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands. Ein møguleiki, ið er væl umtóktur, er cand.soc í jura á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

Hví lesa marknaðarførslubúskap
Um tú til dømis vilt arbeiða við menniskjum í altjóða umhvørvi innan marknaðarførslu, íverksetan, samskifti, búskaparstýring og sølu, er henda útbúgvingin eitt rætt val.

Útbúgvingin gevur til dømis førleikar at starvast innan reklamu-, marknaðarførslu-, miðla-, handils- og  farmaflutningsøkið. Annars kann nevnast, at útbúgvingin:

  • gevur beinleiðis vinnuførleikar,
  • gevur beinleiðis atgongd til professiónsbachelor,
  • hevur aðrar møguleikar í sambandi við framhaldandi lestur og
  • er lagað til føroysk viðurskifti.

Útbúgvingin tekur tvey ár og er á vinnuakademi stigi flokkað sum styttri framhaldsútbúgving. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur.

Útbúgvingin gevur 120 ECTS.

Høvuðsevnini á útbúgvingini eru:
  • Altjóða marknaðarførsla og søla
  • Búskaparstýring og alheimsbúskapur
  • Samskifti, fyriskipan og leiðsla
  • Altjóða vinnulívsrættur
Samstarv við CPH Business í Keypmannahavn
Føroya Handilsskúli hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Markedsføringsøkonom. Orsøkirnar eru fleiri, men fyri tann lesandi merkir hettar fyrst og fremst at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Boks lærling
Boks Hægri útb