Boks Hægri útb
 
Hægri lesnaður á Glasi í vár
Nú ber til at søkja inn á hægri útbúgvingarnar á Glasi til várs, freistin at søkja er 15. januar og tilmeldingin fer fram her

Les meira um hægri útbúgvingar á Glasi ella set teg í samband við Finn Jensen, dekanur á Glasi, á fj@glasir.fo , um tú ynskir eitt gott prát um hægri útbúgvingar, sum verða bodnar út á Glasi ella í samráð við okkara samstarvspartnarar.

Akademiútbúgvingin
Treytað av nóg stórari undirtøku, verður undirvíst í hesum lærugreinum á vári 2017:
•    Marknaðarførsla og samráðingar – hóskvøld
•    Logistikkur/Supply Chain Management – mánakvøld
•    Strategiskur leiðaraskapur – týskvøld
•    Human Recource Management – mikukvøld

Harafturat ber til hjá teimum, sum lúka treytirnar, at tekna seg til endaliga verkætlan.

HD 1. partur
Til ber at taka lærugreinina samfelagsbúskapur sum stak lærugrein í vár. Til ber eisini at byrja uppá fullan HD lestur, men útbúgvingin verður tá nakað longri, tí lisið verður forskotið.

Diplomútbúgving í leiðslu

Í vár eru vallærugreinir á skránni, veljast kann millum hesar:
•    Leiðsla og heimspeki - februar
•    Leiðsla við broytingum og tilgongdum í almenna geiranum - mars
•    HRM og leiðsla - apríl
•    Leiðsla við sosialum kapitali - mai
•    Búskaparlig leiðsla - juni
Um tú velur fullan DLÚ lestur, skalt tú taka tríggjar val lærugreinar, antin nú ella seinni.

Harafturat ber til hjá teimum, sum lúka treytirnar, at tekna seg til endaliga verkætlan.

 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb