Sonja Vit takka fyri góða og drúgva tænastu
Fríggjadagin 25. november høvdu vit móttøku fyri Sonju Oyrabø Petersen, sum, aftaná knapt 40 ár, á Føroya Handilsskúla takkar fyri seg.

Sonja hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av Føroya Handilsskúla sum millum annað lærari, útbúgvingarleiðari, leiðari á Skeiðsdeplinum, samskipari fyri Ungt Virki og forseti í  International Society for Business Education, SIEC.

Vit takka Sonju fyri góða og drúgva tænastu og ynskja henni alt tað besta framyvir. 

 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb