marknaðarlæra Undirvísingarbókin, Marknaðarlæra, útgivin av nýggjum

“Bókin er ein fongur fyri okkum á miðnámi, sum ofta breggja okkum av tvørfakligari og almennandi læring. Bókin er væl egnað til fyrsta og annað ár á miðnámi – ikki bara í sølubúskapi, men eisini í samfelagsfrøði, føroyskum, virkisbúskapi, altjóða búskapi og møguliga øðrum lærugreinum við”, soleiðis sigur Olav Absalonsen, útbúgvingarleiðari á Miðnámi, Glasir við Marknagil, í sambandi við, at Annfinnur Zachariassen hevur givið triðju útgávu av Marknaðarlæru út.

Henda útgáva er nógv broytt í mun til aðru útgávu, sum kom út í 2012. Bókin er, sum navnið sigur, ikki bara marknaðarførsla. Marknaðarlæra snýr seg um nógv meira enn tað. Her er søga, mentan og búskapur við í heildini. Bókin hevur ein breiðari sjónarring, enn so mangar aðrar lærubøkur, vit nýta her á skúlanum.

 Les úr bókini her

Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb