Brandur og Rúni Rúni og Brandur við í øðrum umfari í Georg Mohr kappingini

Vit ynskja Rúna í Lon og Brandi Eysturoy tillukku, nú teir hava kvalifiserað seg til annað umfar í støddfrøði kappingini, Georg Mohr.

Fyrsta umfar hevur verið kring landið týsdagin 15. november. Á Glasi Marknagili hava umleið 40 næmingar roynt seg.

Úrslitið av fyrsta umfari var, at 4 næmingar á Glasi Marknagil fáa diplom, og tveir av teimum hava kvalifiserað seg til annað umfar.

Georg Mohr er ein kapping í støddfrøði fyri miðnámsnæmingar. Í fyrsta umfari, sum tekur 90 minuttir, skulu næmingarnir svara 20 spurningum. Tey, ið hava 10 røtt svør, fáa diplom fyri gott avrik; og tey, sum hava 12 ella fleiri røtt, kunnu tekna seg til annað umfar, ið verður týsdagin 10. januar 2017.

 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb