AU Århus Universitet og Glasir bjóða nú HD í Marketing Management út

Um nóg nógv tekna seg, verður møguleiki at taka HD seinna part í Marketing Management í heyst, eftir somu skipan sum HD í Roknskap og Fíggjarstýring virkar í dag. Men tey, sum søkja, mugu skunda sær eitt sindur, tí umsóknarfreistin hjá AU er  1. juni.

Eins og undanfarin ár, er framvegis møguligt at søkja inn á HD í Roknskapi í summar, eins og tað framvegis er møguligt at taka HD seinna part innan fíggjarliga ráðgeving gjøgnum Århus Universitet í Herning.

HD samstarvið millum AU og Glasir
Århus Universitet og Glasir, fyrr Føroya Handilsskúli, hava eina samstarvsavtalu, sum ger, at tey, ið hava tikið HD fyrra part, ella aðra útbúgving við møguleika fyri avriksflutningi, kunnu taka HD seinna part eftir serligari skipan. Hetta verður gjørt við, at allir fyrilestrar verða lagdir á netið, soleiðis at tey lesandi hava atgongd til fyrilestrarnar. Eisini verða video ráðstevnur nýttar til samskifti, eins og undirvísarar við lestrarbyrjan 1. og 2. lestrarhálvár koma til Føroyar at seta undirvísingina í gongd. Glasir hevur eisini nógv gott fólk á staðnum, sum kann hjálpa og vegleiða teimum lesandi. Allar próvtøkur eru í Føroyum.
 
Innskriving og kunning
Minst til at søkja í seinasta lagi 1. juni.

Innskrivingarseðil til HD 2. part í Marketing ella Roknskap fæst her

Innskrivingarseðil til HD 2. part í Fíggjarlig ráðgeving fæst her

Nærri kunning fæst her ella við at skriva til Finn Jensen, útbúgivngarleiðara á fj@glasir.fo 

 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb