Miðnámsrit Miðnámsrit nr. 9 útkomið

Í níggjunda Miðnámsriti  eru seks greinir. Finn Jensen gjørdi í 2014 eina kanning fyri Føroya Handilsskúla fyri at vita, hvat føroyskir næmingar á triðja ári á gymnasialum miðnámi ætlaðu sær eftir miðnám. Finn hevur eina grein um hesa kanning.

Tórður Johannnesarson hevur skrivað um eina fleirfakliga undirvísingargongd á handilsskúlanum, har næmingarnir skuldu læra um búskap ígjøgnum orðatøk. Sámal Matras Kristiansen hevur eina grein um undirvísingartilfar í internetøldini. Hon viðger hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi.

Olav Absalonsen hevur skrivað um, hví børn í Eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í Vesturheiminum. Ein orsøk er helst at finna í talorðunum. Men eru aðrar orsøkir eisini?

Úr søguni um búskaparliga hugsan hevur Olav hesa ferð eina grein um Johann Heinrich von Thünen (1783-1850), sum var slóðbrótari innan ástøði um staðseting, um framleiðslu og innkomubýti og at nýta støddfrøði í búskaparfrøði.

Í mars var viðtal við Jonhard Mikkelsen í Góðan morgun Føroyar um nýggju appirnar hjá Sprotanum og um teldutøku orðabøkurnar. Sprotin hevur ómetaliga stóran týdning fyri mál okkara. Vit hava skrivað partar av viðtalinum av.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Ritið liggur á her

 


 
Boks Búskap
Boks FHS
Boks lærling
Boks Hægri útb